Handilstreytir

ÚTBERING

Vøra á goymslu í Føroyum verður send út við Posta, og senda vit kring alt landið. Vanlig veitingartíð er 1-3 arbeiðsdagar. Tó stremba vit altíð eftir, at kundin hevur vøruna skjótast gjørligt.

Vøra á fjargoymslu vera sendar út við Safari, og senda vit kring alt landið. Vanlig veitingartíð er 1-3 vikur. Tó stremba vit altíð eftir, at kundin hevur vøruna skjótast gjørligt.

Við keypi yvir 400 kr, verður vøran send fraktfrítt. Fyri vørur undir 400 kr, er kostnaðurin fyri útbering 60kr.

 

IÐRANARRÆTTUR

Um tú iðrar eitt keyp hevur tú iðranarrætt. Vøran skal sendast aftur til Venja innan 7 dagar. Send vøruna til, í Garðinum 11, 700 Klaksvík, ella tú kanst koma við vøruni eftir avtalu. Vit vilja heita á teg at senda ein teldupost til okkara á gylvi@venja.fo og boða frá hesum. Minst til at vísa kvittan. Um kvittan ella umbýtingarmerkið er við, fæst tilgóðarseðil ella tú kanst býta um til aðra vøru.

Er vøran niðursett er ongin iðranarrættur. 

Iðranarrætturin er ikki galdandi fyri vørur á fjargoymslu.

Kostnaðurin at senda retur ber kundin sjálvur.


UMBÝTINGARRÆTTUR

Umbýtingarrættur er 14 dagar, treytað av at vøran er óbrúkt og í sama standi, sum tá hon var keypt. Eisini er umbýtingarrætturin treytaður av at øll merkir og tað ið har til hoyrir enn er á vøruni og í líka góðum standi, sum tá ið vøran varð keypt.

Kostnaðurin at senda retur ber kundin sjálvur.

Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur. 

 

REKLAMATIÓN

Er feilur í vøruni, kanst tú lata vøruna inn aftur. Set teg í samband við okkum á tlf. 267066 ella send ein teldupost til gylvi@venja.fo, har vit avtala hvussu vøran skal latast inn.

 

GJALDSKORT

Tú kanst gjalda við flestu vanligu gjaldskortunum í okkara nethandli. 

 

PRÍSIR

Allir prísir eru íroknað 25% MVG og í Donskum Krónum (DKK)

Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum, prísvillum, útseldum vørum og veitingarbreki frá veitarum.